Á nýggjárinum verður tað tvær ferðir so dýrt hjá nýggjum brúkarum at binda í hjá SEV, sum tað er nú.
Tað varð samtykt á eykaaðalfundi í SEV fríggjadagin.
Í nógv ár hevur tað kostað einar 2.500-4.000 til krónur hjá einum vanligum brúkara at fáa SEV at leggja streym inn í bústaðin, neystið o.s.fr., alt eftir, hvussu nógv skal leggjast inn.
Men á nýggjárinum hækkar íbindingargjaldið upp í einar 10.000-13.000 krónur fyri hvørja innlegging.
Á aðalfundinum hildu summi, at hetta er ein ógvuslig hækking í einum.
Men tað hildu tey í leiðsluni í SEV ikki.
Tey hildu, at hjá einum, sum byggir sær hús fyri milliónaupphædd, er tað ikki íbindingargjaldið til SEV, sum ger tann stóra munin.
Leiðslan í SEV sigur, at íbindingargjaldið hevur verið óbroytt í nógv ár og felagið er nú í teirri støðu, at tað hevur hall av at leggja streym inn til fólk , tí innleggingin kostar meiri enn brúkarin rindar.
Og sum støðan er nú, skal tað hallið bara leggjast á vanliga streymprísin ístaðin,
So tá ið íbindingargjaldið hækkar, er tað ein roynd hjá SEV at leggja kostnaðin, har hann veruliga er.
Skulu rinda hvønn mánað
Hereftir skal SEV rokningin rindast hvønn mánað.
Tað er avleiðingin av tekniskum umleggingum í edv skipanini hjá SEV.
Higartil eru vit von við, at SEV rokningin verður goldin í 10 mánaðir og at onki verður rindað í desember og í januar.
Men hereftir verður gjaldið lagt yvir 12 gjøld ístaðin.
Skipanin klárar ikki at gjaldið fellur á 10 gjøld. Antin má tað verða einaferð um árið, fýra ferð um árið, ella eina ferð um mánaðin.
Í SEV halda tey, at tað fer at fella ov tungt at rinda fýra ferðir um árið og tískil hava tey gjørt av, at gjaldið fellur einaferð um mánaðin.
Ein onnur broyting verður, at tey, sum hava goldið ov lítið, hava fingið eykarokning frá SEV og hon skal øll rindast longu í februar.
Nú vita tey á SEV um tað ber til at javna eykarokningina yvir allar 12 mánaðirnar ístaðin so at gjaldið skal falla lættari.
Leiðslan í SEV sigur, at tey hava spurt seg fyri hjá brúkarum, sum fegnast um, at gjaldið skal fella eina ferð um mánaðin, tí tað verður lættari at gjalda.
Hetta eru fleiri kommunustýrislimir ikki fegnir um, tí tey halda, at tað kemur rættiliga væl við hjá fólki, at desember og janur eru gjaldsfríir.
Leiðslan sigur, at hon skal taka málið upp við veitaran.
LES EISINI GREININA: SERFRØÐINGAR BJÓÐA LEIÐSLUNI Í SEV AV
LES EISINI GREININA:UMHUGSA AT LATA PRIVAT REKA VINDMYLLUR FYRI SEV