Binding, sniðgeving og styling og á Tvøroyri

Í morgin verður skeið og fyrilestur fyri konufólk á Seglloftinum á Tvøroyri Morgindagurin, leygardagurin, verður konufólkadagur burturav á Seglloftinum á Tvøroyri.

Tað verður Katrina í Geil, sum fer at halda fyrilestur um binding og sniðgeving, har støðið verður tikið í føroyskari binding fyrr, nú og framyvir ? frá bindisniðum á Føroya Fornminnissavni til catwalk í París og London.

Katrina í Geil er útbúgvin sniðgevari á sniðgevaraskúlanum í Kolding, og síðani hevur hon sniðgevi fyri sjálvan Calvin Klein, Filippu K og onnur.

Fyrilesturin verður klokkan 13.

Men Katrina í Geil hevur eisini hollar royndir sum stylistur og í annaðkvøld klokkan 19 fer hon at halda skeið fyri konufólk undir heitinum ?The Best of You?.

Fyrireikararnir siga, at hetta er skeiðið fyri øll konufólk, ið vilja síggja fantastiska gott út ? akkurát sum tær eru.

Tað eru Valkyrjurnar, sum skipa fyri, men tiltakið er alment, men tó skal meldast til skeiðið um kvøldið.