Binding á breddan í SMS

Stórt binditiltak verður á Torginum í SMS frá í dag til leygardagin.

Allar troyggjurnar, ið komu inn í samband við bindikappingina, ið Navia og SMS skipaðu fyri, verða vístar fram. Eisini kemur nýggja bindibókin við øllum vinnaratroyggjunum út mánadagin.

 

͍ dag kl. 16 verður vinnarin av bindikappingini, ið Navia og SMS skipaðu fyri, kosin, umframt at teir 10 eykavinnararnir verða funnir.

 

Kl. 16.30 verður livandi tónleikur á Torginum við Lív Næs. Livandi tónleikur verður allar dagarnar. Allar dagar verður livandi tónleikur.

 

Skráin fyri tónleikin er hendan:

 

Mánadagin spælir Lív Næss kl. 16.30

Týsdagin spælir Uni Debes kl. 16.30

Mikukvøldið spælir Lív Næs kl. 20.00

Hósdagin spælir Uni Debes kl. 16.30

Fríggjadagin spælir Tróndur Enni kl. 16.30

Leygardagin spælir Tróndur Enni kl. 14.00

 

- Mikudagin millum kl. 15 og 17, verður tiltakið »Ungur enmur, gamal fremur⫝. Her verður vitjan av fólki út Tilhaldinum, ið kemur á Torgið at læra okkum nakar serligar bindihættir, sigur SMS í tíðindaskrivi.