Seinnapartin leygardagin heldur Jóhanna av Steinum fyrilestur á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Hetta ger hon í samband við framsýningina »Færøsk strik: kunst og design«, har hon fer at greiða frá arbeiðinum við framsýningini og íblástrinum, hon hevur fingið frá at arbeiða saman við Katrinu Mariu Hansen.
Í samband við fyrilesturin verður eisini bindiklubbur á skránni, so tað er einki til hindurs fyri at taka stokkarnar við á Norðuratlantsbryggjuna í morgin.
Jóhanna av Steinum er útbúgvin mótasniðgevi við servitan innan binding. Í Føroyum kenna vit hana best fyri litríka merki STEINUM, har íblásturin í stóran mun stavar frá føroyskum mynstrum.
Framsýningin, fyrilesturin og bindiklubburin verður á Norðuratlantsbryggjuni leygardagin klokkan tvey.