Í Vági hava nakrar bindiglaðar dámur savnast í bindiklubba í 40 ár. Ikki mangir bindiklubbar gerast so gamlir, so tær hildu, at stuttligt hevði verið at hildið dagin á onkran hátt.
Tær gjørdu av at hongja plakat upp, har tær bjóðaðu øllum bindiklubbum í bygdini til hugnakvøld í Jómsborg.
Úrslitið var, at eini 12 – 13 bindiklubbar hittust mikukvøldið 25. januar.
Bundu ikki frið
Torgerð Suðuroy var borðstjóri og onkur hevði guitara við. Og hóast friðaligt var inni, tá Sosialurin vitjaðu innar til myndatøku, so bundu tær ikki frið hetta kvøld, og tað sigst, at seinni á kvøldinum var sum í rytubergi.
Og kvinnurnar høvdu enntá ikki fyri neyðini at hugsa um kaffi og køkur, tí hesum tóku menninir hjá nøkrum teirra, ið bjóðað høvdu, sær av. Á matarskránni var m.a. ein óføra fín køka, har eitt plagg og stokkar vóru á og har áksriftin var 40 ár.
Miðvikukvøld var, so hugnaløtan endaði í sámuligari tíð, men stak hugnaligt sigst hava verið.
Fleiri myndir síggjast á portal.fo undir myndatema.










