Í komandi mánaði eru fimtan ár síðani Hildigarð Mouritsen fór undir at reka egna bindibúð. Tað var í einum lítlum hølum í J. C. Svabosgøtu í Havn. Síðani er handilin spakuliga arbeiddur upp til í dag at vera millum størstu bindibúðir í landinum, og seinastu nógvu árini hevur hann hildið til í SMS.
Hóast Hildigarð ikki er handilslærd, liggur tað í blóðnum at reka handil. Pápi hennara átti keypmanshandil, og tá ið henni altíð hevur dámað væl at binda og selja, var tað nærliggjandi at seta á stovn egna bindibúð.
- Eg havi valt at gevast at hava handil, meðan tað gongur væl. Tað krevur nógv at vera sjálvstøðug, frítíðin er lítil, men tað hevur kortini verið ógvuliga hugaligt og stuttligt. Serliga, tá ið Bindibøkurnar komu út. Bindikappingar og bindibøkurnar settu eitt rættiliga skump í bindingina við føroyskum tógvi, sigur Hildigarð Mouritsen.
Stórar broytingar
Tað var Snældan í samráð og samstarvi við Bindibúðina í SMS, sum gav tær tríggjar bindibøkurnar út í 1990, 1992 og 1993.
- Hesar útgávurnar broyttu nógv, tí áðrenn bundu tey flestu úr útlendskum tógvi. Nú er aftur harðliga tiltrongt, at ein nýggj bindibók kemur út aftur. Tógvið verður ikki selt av sær sjálvum, og eftir mínum tykki eiga tey, ið framleiða tógv, at taka stig til at geva bindibøkur út.
Sum skilst er eingin bók við uppskriftum til føroyskt tógv á veg.
- Tað er ikki nóg mikið, at tey, ið framleiða tógv, bert senda vakrar troyggjur á marknaðin. Teimum, ið dámar væl at binda, vilja sleppa at binda sjálv, og til tað krevst uppskriftir.
Hóast rættilig uppgongd hevur verið í framleiðsluni av troyggjum seinastu árini og ein vøkur troyggja fyri og onnur er til taks hjá tí keypiáhugaða, heldur Hildigarð Mouritsen, at framleiðararnir framvegis hava nógv at læra.
- Tað er eingin trupulleiki at fáa fatur á tógvi. Bert tí litaða hevur veruð trupult at fáa hendur á seinnu árini. Men tá ið tað kemur til tær lidnu vørurnar, eru framleiðararnir alt ov óálítandi, serliga Tøting. Tað ber ikki til ferð eftir ferð at lova at levera vørur og so ikki gera tað.
Nýtt rák
Føroysk konufólk hava altíð bundið nógv, men fyrrverandi eigarin av Bindibúðini hevur kortini varnast eitt nýtt rák.
- Tey ungu læra ikki at binda sum fyrr. Hetta er eisini eitt rák í Danmark. Ofta vóru tað ommurnar, sum lærdu frá sær. Í dag hava hesar ikki tíð, og skúlin hevur ikki dugað nóg væl at taka eftir. Tað er rættiliga spell, men eg vil kortini ikki siga, at vandi er á ferð fyri at bindingin dettur niður fyri, sigur Hildigarð.
Tað er Eyð Nolsøe, ið hevur keypt Bindibúðina. Hon var lærlingur í Bindibúðini fyri fleiri árum síðani. Nú Hildigarð Mouritsen hevur handað lykilin til hana, fer hon kortini ikki at setast hendur í favn. Í fyrsta umfari heldur hon frí. Upprunaliga er hon útbúgvin sjúkrahjálpari, og hvør veit, um hon leitar í tað yrkið aftur.