Binda og seyma teppi til fátøk

»Áhugabólkurin fyri eldri í Norð­oyum« hevur stórt til­tak í Smæruni, leyg­ar­dagin 26. apríl 2014 kl. 15w.00.

Absalon Matras fer at greiða frá arbeiði sínum í Eyst­urevropa, og Martin Joensen, sangari og tón­leik­ari, fer at syngja kendar sangir. Eisini verður burturlutan við nógvum góð­um vinningum.

Úr Klaksvík siag tey, at inn­komni peningurin fer til ar­beiðið hjá Absaloni Matras.

– Nú, tá kvøldskúlar og annað vetrarítriv fer at halla, fara somuleiðis tær kvinnurnar, sum í vet­ur hava sitið og seymað teppi í Smæruni, at taka summ­ar­steðg til heystar, siga fyrireikararnir.

Áhugabólkurin fyri Eldri, hevur staðið fyri hes­um arbeiði. Tað er so­leiðis, at nógvar kvinnur hava sitið og bundið ”fýra­kantar”, sum tær lata inn til Áhugabólkin, ið síð­ani skipar fyri at seyma fýra­kantarnar, sum eru 8 ferðir 11 cm, til teppi. Til hvørt teppi fara 88 fýrakantar. So­statt hava vit seymað 2.200 fýrakantar saman til 25 teppi.

Áhugabólkurin sendir eina hjartans tøkk til øll tey mongu, ið hava sitið og evnað til fýrakantarnar, sum teppini verða gjørd av.

Teppini verða latin til Absalon Matras, ið síðani býtir tey út til fátøk fólk í t.d. Polandi og Rumeniu.

– Øll eru hjartaliga væl­kom­in í Smæruna til tiltakið, sig­ur áhugabólkurin.