Binda á Jinx

Í okkara tíð er ikki neyðugt at duga at binda. Væl ber til at keypa hópframleiddar bundnavørur til rímiligan kostnað. Hóast tað livir bindingin enn sítt dagliga lív, í stillum, um landið alt. Virðið í bindingini fyri bert einum ættaliði síðan var fyrst og fremst eitt nyttuvirðið. Børn og vaksin skuldu hava heit klæði at fara í. Ætt eftir ætt hava fleiri verið sum, umframt nyttuna, hava hugsað um, hvussu vakurt eitt neyðugt plagg kundi virkast.
Nú á døgum verður stór áherðsla løgd á tað upprunakenda, eisini innan klædnaídnaðin aftaná fleiri áratíggju við ídnaðarkendari vøru. Sigast kann, at »óneyðugi« ómakurin at binda eitt vakurt plagg í okkara tíð minni liggur í nyttuvirðinum, men heldur í huginum at skapa nakað serstakt og persónligt. Umframt er gleðin um tað frælsi, at man situr og bindur tí ein sjálvur vil, hevur stundir og ongin skundar undir.
Hetta, í føroyskum høpi, sjálvsagda kynstur at duga at binda er ikki so sjálvsagt longur. Mett verður at rættiliga stórur partur av unga ættarliðnum dugir ikki at binda. Tað tykist teimum kanska ikki so neyðugt, og rætt er tað, nógv annað spennandi bjóðast í dag. Hóast hetta eru vit farin at bjóða til Bindikafé á Gallarí Jinx. Hetta er ein roynd at hittast á ein heldur óvanligan hátt við stokkum. Ung og eldri fáa møguleika at hittast til hugna og samveru í einum nútíðar forum at fáa hugskot innan binding. Vónin er sjálvandi, at nýhugsan innan binding sprettur úr hesum tiltaki. At hittast til bindikafé er eitt rák, sum er inn og er vorðið alsamt meiri vanligt og vældámt í nógvum londum.
Roynd bindikona fer í stuttum at siga frá hví hon bindur.
Tilmelding á tlf. 317101
Plássið er avmarkað