Bin Laden slapp

Amerikanararnir kundu helst fingið fatur á yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden stutt fyri árslok í 2001. Tað sæst í einari frágreiðing hjá amerikanska Senatinum. Frágreiðingin umrøður, hvussu amerikanararnir bumbaðu fjallalendið Tora Bora í Afghanistan í november og desember í 2001, tí bin Laden fjaldi seg har.

Hinvegin vildi Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, ikki senda hermenn at leita eftir bin Laden.

Úrslitið var, at tann 16. desember fór bin Laden óskaddur til gongu úr Tora Bora um markið til Pakistan, og har er hann helst enn, stendur í frágreiðingini hjá Senatinum.