bin Laden søktur í havið

USA gjørdi skjótt av og jarðaði Osama bin Laden í havið. Harvið slepst undan einari »martyr-grøv«, sum viðhaldafólk kunnu valfarta til, upplýsir sv-støðin, CNN. Minni enn eitt døgn eftir, at Osama bin Laden varð dripin mánanáttina, er hann søktur í havið. Og tað er eisini passandi tíðarskeið, tí muslimskur siður er, at ein muslimur skal jarðast innan 24 tímar eftir deyða sín.

Tað veit CNN at siga frá ónavngivnum myndugleikum.

Keldan upplýsir, at Osama bin Laden varð jarðaður fult í tráð við muslimska traditión, men vil ikki siga í smálutum annað um jarðarferðina. Heldur ikki hvar ella í hvørjum havi, bin Laden er søktur.

Líkið varð flogið til Afganistan og haðani víðari til staðið, har líkið er søkt í havið.

Osama bin Laden bardist fyri lívinum og nýtti eina kvinnu sum skotbjálva hjá sær, skriva danskar heimasíður.