Afghanistan
Leiðslan hjá teimum servandu amerikansku hermonnunum í Afghanistan kennir seg fullvísa í, at Osama bin Laden er framvegis á lívi. Leisðaln sigur seg eisini vera vísa í, at bin Laden fjalir seg við markið millum Afghanistan og Pakistan, men at hann flytir seg alla tíðina. Hildið verður, at bin Laden er á rossabaki, tá hann ferðast, og at hann ríður um náttina.
New York Times skrivar frá keldum í amerikansku fregnartænastuni CIA, at bæði bin Laden og næsti maður hansara, Ayman al-Zawahiri, eru á marknaleiðini millum Afghanistan og Pakistan, og at teir skifta bústað alla tíðina, so amerikansku hermenninir skulu ikki finna teir. Sagt verður, at teir ferðast bara um náttina og í vánaligum sýni, og tí hevur tað ikki eydnast teimum framkomnu amerikansku leitiskipanunum at finna teir, skrivar New York Times.
Tíðindini um at bin Laden ferðast næstan ótarnaður í teirri sera illgongdu marknaleiðini eru ikki nýggj, men hetta er fyrstu ferð, at ein so týðandi fjølmiðil sum New York Times ber tey.
Osama bin Laden hevur annars ikki givið nakað lívstekin frá sær síðani í desember í fjør, tá amerikanarar hoyrdu hann í Tora Bora-fjøllunum tætt við pakistanska markið.










