Leiðarin í yvirgangsfelagsskapinum Al-Qaeda, Osama bin Laden, hevur aftur givið ljóð frá sær. Talan er um eina ljóðupptøku, og innihaldið er sum so ofta fyrr ætlað amerikonsku tjóðini.
Millum annað sigur bin Laden, at tað var amerikanski stuðulin til Ísraels, sum fekk Al-Qaeda at fremja atsóknina tann 11. september í 2001.
Bin Laden mælir amerikanska fólkinum til at noyða Obama, forseta til at gevast við at styðja ísraelsmenn, og hann sigur tað vera tekin um veikleika hjá Obama, at hann lat verjumálaráðharran hjá Bush, Robert Gates, halda fram í starvinum.