Bin Laden ikki at finna

Er kanska rýmdur úr Afghanistan.

 

ÚTLAND

Fartekst


Tað gongst illa at finna yvirgangsmannin Osama bin Laden.

Amerikanarar, bretar og afghanska Norðursamgongan hava hildið, at hann hevur fjalt seg í holunum við Tora Bora, men hóast dúgliga hevur verið leitað, síðani Norðursamgongan tók holurnar, hevur eingin borið eygað við bin Laden.

Hildið verður kortini, at Tora Bora var tann seinasti skansin hjá bin Laden.

Talsmaðurin hjá Norðursamgonguni, Mohammed Habeel, segði í gjár, at eingin í Tora Bora hevur borið eygað við bin Laden seinastu dagarnar.

? Hevur hann verið har, er hann helst farin um markið til Pakistan, legði talsmaðurin afturat.