bin Laden hevði valt Bush

Var Osama bin Laden amerikanskur ríkisborgari, hevði hann valt George W. Bush á forsetavalinum í november

Loynilig skjøl frá einum fundi ímillum bretskar og italskar diplomatar eru komin uttanríkisráðnum í London illa við, tí tey avdúka, at nógv teir flestu bretsku diplomatarnir vilja hava George W. Bush, forseta hagar, piparið grør.

Eitt nú segði bretski sendiharrin í Italia, Sir Ivor Roberts, á fundinum, at Bush er tann besti umboðsmaðurin hjá Osama bin Laden, tí hann útvegar al-Qaeda fleiri og fleiri limir.

Á fundinum tosaðu diplomatarnir um, hvørt evropeararnir høvdu valt Bush ella John Kerry, og breið semja var um, at teir høvdu valt Kerry. Her legði Ivor Roberts afturat:

-Er nakar fegin um, at Bush verður afturvaldur, er tað al-Qaeda. Hevði bin Laden havt valrætt í USA, hevði hann valt Bush.

Bretska blaðið The Guardian skrivaði fyrradagin, at á einum fundi ímillum bretskar og arabiskar diplomatar herfyri var støðan hjá diplomatunum tann sama. Allir søgdu seg vóna, at Kerry fer at vinna á Bush. Sambært blaðnum koma avdúkingarnar bretsku stjórnini illa við, tí alment er Bretland tann hollasti stuðulin hjá Bush-stjórnini.