Ein stórur eldur hevur herjað á bilverkstaðnum hjá Mekonomen við Marknagilsvegin í Havn. Sí myndatema, TRÝST HER
Nakrir bilar vóru inni á verkstaðnum, og teir eru helst allir farnir. Uppi á verkstaðnum var ein íbúð, sum júst er sett í stand. Eingin búði í íbúðini, og eingin var inni, tá eldur kom í.
Gitt verður, at eldurin hevur fest í við eitt oljufýr.
Nógvur roykur stóð frá eldinum, og løgreglan sperraði økið kring verkstaðið av, tí vandi var fyri, at gassfløskur fóru í luftina.
Talan er um gamla snikkaravirkið hjá Hans Hilmar Dam. Tað var Henning Eysturoy, sum keypti tað, eftir at Hans Hilmar Dam fyri eini 30 árum síðani gavst. Seianstu árini hevur Hermann Eysturoy havt snikkaravirkið í niðara partinum. Seintu árini hevur tað verið Gravarhjálpin, sum hevur hildið til í niðara partinum, meðan Mekonomen fyri stuttum lat upp bilverkstað í ovara bygninginum.









