Bilverkstaðir skulu kannast

Arbeiðseftirlitið fer nú aftur undir eitt átak runt landið, har trygdarviðurskifti á arbeiðsplássum verða kannað

Í hesum umfari verða bilverkstøð vitjað, og ætlanin er at vera komin runt innan juni mánað í ár.
Nýggj løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi var samtykt í Løgtinginum og sett í gildi á sumri ár 2000.
Tað er hendan lógin um arbeiðsumhvørvi og tilhoyrandi kunngerðir, sum Arbeiðseftirlitið umsitur, ið eru tær heimildir, eftirlitið verður framt eftir.

Arbeiðseftirlitið sigur í tíðindaskrivi, at tað serliga eru niðanfyristandandi viðurskifti, sum hugt verður eftir:
Vælfarsrúm
Bilgrøv
Billyftur
Sproytikabina
Epoxy arbeiði
Luftskifti
Evni og tilfar
Trygdarskipan
Útgangsumstøður
Hiti