Trygd
Tað eru tey, sum hava havt á munni eftir, at lítli vørubilurin fór uppum bilverjuna í Saltnesi í nógvu hálkuni herfyri, at hendan er ov lág. At síggja til, er vegurin í Saltnesi hækkaður í mun til bilverjuna, men úti í vegkantinum er leyst grús ? og ikki asfalt ? sum ger, at verjan er hægri, enn hon í fyrstu syfti sær út til at vera.
Jógvan Ósá sigur, at løgreglan hevur mált hæddina á bilverjuni á staðnum, har bilurin fór uppum, og hon er 65 cm. høg.
- Soleiðis, sum eg sá tilburðin, tá ið vørubilurin við miklari ferð sló síðuna móti verjuni og koppaði uppum hana við hjólunum hægst, trúgvi eg, at bilurin hevði farið sama veg, hóast verjan var ein metur høg.
Jógvan sigur seg tó ikki duga at meta um, hvørt bilverjan hevur hóskandi hæddina ella ikki ? ella, um asfaltið á vegnum møguliga liggur ov høgt í mun til verjuna.
Sum skilst á fólki, sum arbeiða hjá landsverkfrøðinginum, ber heldur ikki til at hava bilverjuna ov langt upp frá vegnum, tí tá kann tað henda, at bilar, sum koyra skjótt, kunnu kroystast undir verjuna, og tað kann vera líka so vandamikið sum at fara yvir hana.
Hóast vørubilurin, sum fór yvir verjuna hendan týsmorgunin, 29. oktober, ikki koyrdi serliga skjótt, vísti tað seg, at ferðin øktist, tá ið bilurin gleið og fór at sleingjast í tí nógvu hálkuni.
Jógvan Ósá sigur, at lítli vørubilurin, sum er høgur á hjólunum, slerdi síðuna rættiliga hart móti, og hann var ikki í iva, tá ið hann sá tilburðinum, at bilurin fór at koppa yvir verjuna.
Eftir tilburðin, var sjálv bilverjan óskalað, men stabbin aftanfyri var klovnaður og brotin.
Kanska hevði tað verið eitt hugskot at havt dupulta breidd av jarni, har lívshættisligt er at fara út av í bili.










