Bilverjan er sum ein mjólkapakki

Hvønn einasta dag koyra omanfyri 470 bilar eftir vegnum millum Hvannasund og Viðareiði.

Her er talan um ein smalan og ótíðarhóskandi veg, sum liggur høgt uppi mitt í brattanum. Júst hesar umstøðurnar gera sítt til, at mong ikki eru serliga fegin um at koyra eftir hesum vegastrekki.

Eitt er bygdarfólkið sjálvt og tey sum av og á vitja vøkru bygdina. Hinvegin fer eisini ein fittur flokkur av skúlabørnum hvønn einasta dag við bussi eftir Viðareiðisvegnum til Klaksvíkar. Og tey spyrja ikki eftir, um tað er vindur ella hálka.

Tað sæst meiri enn so at størri og smærri steinar liggja á vegnum, og fyri fáum árum síðani lá bygdin avbyrgd, tí eitt omanlop var komið á vegin og stongdi hann.

Tað eru kortini eisini onnur viðurskifti, sum gera at fólk himpra seg við at koyra til Viðareiði. Besta dømið um hetta er myndin á síðuni, og sum ein lesari hevur sent blaðnum. Sum myndin greitt vísir, er bilverjan í ávísum støðum lítið hægri enn 1 ½ mjólkapakki!

Í síni tíð hava menn gjørt bilverjuna framvið vegnum, men sohvørt sum teir hava lagt nýtt asfalt á, er vegurin hækkaður so mikið, at hann nú er at kalla ájavnur við bilverjuna.

- Um ein bilur fer á glið ella av vindi á hesum strekkinum, so er stórur vandi fyri, at hann fer uppum autoverjuna og beint í havið einar 100 m niðanfyri, sigur ein kona av Viðareiði við Sosialin.

Tað eru tí mong sum skýra hetta vegastrekkið sum eina deyðsfellu. Tað hevur sjálvandi sín týdning, at bilverjan er góð, men tað er hon als ikki á hesum staði.

Arbeitt verður við eini loysn um ein tunnil. Men tað kann taka sína tíð, áðrenn hesin gerst veruleiki.

Meðan bíðað verður at politikkararnir skulu vakna, koyra fólk framvegis við óttanum eftir Viðareiðisvegnum!