JUST DRIVE bilútleigan er selt til Rent Your Car. Tað er Michael Koba, sum eigur og hevur rikið fyritøkuna JUST DRIVE.
Hesum boða keypararnir frá í tíðindaskrivi.
JUST DRIVE bilútleigan varð stovnað fyri seks árum síðani.
Michael Koba fer nú aðrar leiðir, nú hann hevur selt JUST DRIVE.
Rent Your Car hevur fimm ár á baki og er ein av stóru aktørunum innan bilútleigan. Eisini fáast teir við gistingingarvirksemi og annað ferðavinnuvirksemi.
Tað eru Jákup Breckmann, Tór av Skarði og Jógvan Breckmann, sum eiga Rent Your Car. Partarnir, ið eru samdir um ikki at upplýsa keypsprísin alment, eru sera fegnir um avtaluna og gleðast um keypið, sum uttan iva fer at gagna viðskiftafólkinum hjá JUST DRIVE og Rent Your Car.