Beint fyri klokkan sjey í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum bili inni á Sundi
Bilurin stóð parkeraður og bilførarin sat í honum. Men bilførarin í einum bili, sum kom framvið, varnaðist at eldur var í bilinum og tískil steðgaði hann og fekk sagt bilføranum í brennandi bilinum frá.
Tá hevði hann hevði ikki varnast eldin, men hann slapp so úr bilinum í øllum góðum.
Nú hevur ein lesari, sum kom koyrandi framvið akkurát tað, sent okkum eina mynd av bilinum, og sum tað sæst, stendur hann í ljósum loga.
Løgreglan váttar eisini, at hann er illa farin, tí framman er alt brent. Og orsøkin til at hann stóð stillur, er helst, at hann var uppsteðgaður, kanska av eldinum.