Bilurin skal setast í viku 21

Eins og undanfarin ár fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri einari viku í mai mánaði, har fólk fara at seta bilin og ganga - meira og títtari.

Í ár verður hetta í døgunum 20.-26.mai, sum er í viku 21.

- Øll kenna fyrimunirnar av at seta bilin og at ganga og harvið røra seg. Betri heilsa, betri lag og fyri fyritøkur: glaðari starvsfólk og færri sjúkradagar. Hetta er ein liður í at gera tað lættari hjá fólki at velja bilin frá. Um onnur gera tað, so kunnu vit eisini, sigga tey úr Fólkaheilsuráðnum.

Ráðið vísir á, at tað, at øll seta fokus á rørslu samstundis, ger tað lættari hjá tí einstaka at taka stigið at lata bilin standa og ístaðin ganga í døgunum 20.-26. mai.

Ætlanin er, at øll skuu vera við í átakinum.

- Talan er um tey, ið hava stutt til arbeiðis, tey, ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga, sigur Fólkaheilsuráðið, sum eisini heitir á virki og fyritøkur í landinum um at luttaka.

- Um hetta tiltakið skal eydnast, mugu allar fyritøkur í Føroyum luttaka og royna at eggja sínum starvsfólki til at seta bilin og heldur fara til gongu. Hetta kann gerast hvør sær, men eisini hevði verið stuttligt um fyritøkan í felag við starvsfólki skipaði fyri kappingum, útferðum ella onkrum heilt øðrum, sigur Fólkaheilsuráðið.