Bilurin skal klistrast til

Átta ár eftir at hann kom til júst uppflutta EB/Streym, kann Sorin Anghel rópa seg føroyameistara. Eitt heiti, sum hann hevur stremba eftir øll árini. Og sum hann nú skal arga við á arbeiðsplássinum

Fótbóltur

 

Ein tann mest týðandi spælarin hjá EB/Streymi øll árini, síðani felagið í 2000 kom aftur í fremstu røð, hevur verið Sorin Anghel.

Sorin kom til Føroya undan kappingarárinum í 2000, og síðani tá hevur málið verið klárt.

- Eg minnist væl, tá Bergur Magnussen, sum var mín fyrsti venjari í Føroyum, spurdi meg, hvat eg vildi í EB/Streymi. Mítt svar var púrasta klárt, at eg vildi vinna nakað við hesum felagnum.

- Sjálvandi visti eg av, at her skuldi nógv arbeiði til, men málið hevur alla tíðina verið at vinna. Og nú hava vit so vunnið bæði steypakapping og FM-heitið, so hetta er bara heilt fantastiskt, sigur Sorin Anghel.

Í gerandisdegnum arbeiðir hann hjá Húsavarðatænastuni, har Sámal Erik Hentze, venjari hjá HB, er annar av stjórunum, og har Fróði Benjaminsen, sum er liðskipari hjá HB, eisini telist millum arbeiðsfelagarnar. Og tað verður ikki heilt frítt, at teir báðir sleppa at merkja, hvar FM-heitið er endað.

- Teir báðir hava argað meg nú í fleiri vikur. »Gummibein-gummibein« hava teir støðugt rópt eftir mær, so nú má tað vera mín túrur. Eg ætli mær so at gera eina rúgvu av skeltum, har tað skal standa meistarar og campeone. Og so skulu hesi annars klistrast um allan bilin, áðrenn eg komi til arbeiðis í morgin, sigur ein stórflennandi Sorin Anghel.