Bilurin hjá ákærda var stolin

Aftaná døgurða í dag fór ákærin í Piddamálinum undir at spyrja tann ákærda mannin um hansara ferðan kvøldið fyri og dagin eftir, at Piddi seinast læt hoyra frá sær.

Maðurin greiddi frá, at hann hevði arbeitt til midnátt 3. november og fór síðan heim til vinkonuna, fyrrverandi konu Pidda.

Tey bæði vóru tað kvøldið vorðin óvinir, men hvat ósemjan snúði seg um, vildi hann ikki siga.

Hon legði seg í kamarið at sova, og hann legði seg í stovuni.

Eina ferð vaknaði hann av, at Skoda Fabia bilurin, sum hann brúkti, fór í gongd og koyrdi avstað. Lyklarnir stóðu í, so bilurin var lættur at stjala.

Hann fór út og tók hin bilin og elti Skoda Fabia bilin heilt til Leirvíkstunnilin. Av tí at hann ikki hevði kubbahald, fór hann ikki inn í tunnilin men stillaði seg á einum víkiplássi at bíða.

Tann ákærdi segði, at tá Skoda Fabia bilurin fór inn í tunnilin, vóru trý fólk í. Ta ið hann kom út aftur, fóru tey bara tvey. Hann dugdi ikki at siga, um tað vóru kvinnur ella menn í bilinum.

Stolni bilurin koyrdi runt í Eysturoynni, og hann koyrdi aftaná.

At enda koyrdi bilurin út á Nes, har hann varð settur. Tá ið tann ákærdi kom, vóru eingi fólk at síggja. Lyklarnir stóðu í. Har var einki blóð, men bilurin var sera óruddiligur, segði tann ákærdi.

Morgunin eftir koyrdi hann børnini hjá kvinnuni í skúla í bilinum.

Avhoyringin av tí ákærda heldur fram. Nú verður hann spurdur, hvat hann gjørdi í døgunum frá 4. november og aftaná.