Bilurin framvegis horvin

Ein grønur bilur við merkinum Audi, sum stolin varð í Havn seinasta vikuskifti, er framvegis ikki komin aftur í aftur

Seinasta vikuskiftið vórðu tveir bilar stolnir í eysturbýnum í Havn.
Tað gekk ikki long tíð, til annar bilurin varð funnin aftur á Oyrarbakka. Men hin bilurin er framvegis ikki funnin.
Politiið hevur leitað kring landið, men eingin bilur hevur verið at sæð.
Horvni bilurin er ein grønur bilur av merkinum Audi A4 1,8 árgang 1996.
Nummarplátan er DM 334.