Bilurin fór í knús

Tað er hált summastaðni í morgun og tað kom dátt við hjá einum bilførara

Veturin nærkast av álvara og summastaðni er sum á kalvabaki í morgun, serliga á vegum, sum liggja høgt uppi, á Oyggjarvegnum, á Norðradalsskarði, á Velbastaðhálsi, á Sandavágshálsi, og kanska aðrastaðni við.

 

Og tað kom dátt við hjá einum bilførara, sum kom koyrandi eftir Oyggjarvegnum á veg til Havnar. Beint oman fyri Havnina misti bilførarin tamarhaldið á bilinum í hálkuni og fór útav. Løgreglan sigur, at bilurin fór í knús og bilførarin fekk onkrar smærri snuddir. Bilførarin slapp upp í ein annan bil, sum koyrdi hann á skaðastovuna.

 

Í Havn hendi eisini eitt ferðsluóhapp, men tað hevði einki vi hálku at gera. Ein bilur, sum kom koyrandi aftan fyri ein annan, helt ikki neyðugu frástøðuna, so tá ið bilurin frammanfyri bremsaði, lukkaðist bilurin aftan fyri ikki at bremsa, men rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri. Báðir bilarnir fingu skaða, men fólkaskaði var eingin.

 

Tá ið óhapp henda tí at bilførarar ikki halda neyðugu frástøðuna, kostar tað eina bót upp á 1.500 krónur og eitt klipp í koyrikortið.