Bilurin fekk stóran skaða

Tveir mans fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir ferðsluóhapp

 

Beint eftir klokkan hálvgum sjey í morgun hendi eitt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum, eitt sindur sunnanfyri Kaldbaksbotn.

Ein bilur við tveimum monnum í var á veg úr Havnini norðureftir, har menninir skuldu til arbeiðis.

 

Men tá ið bilførarin skuldi leggja ein annan bil afturum, misti hann tamarhaldið á bilinum og fór niðan av vegnum.

Løgreglan veit ikki hví bilførarin misti tamarhaldið á bilinum.

Báðir menninir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar, men løgreglan sigur, at tað var mest av trygdarávum, tí tað sá ikki út til at teir høvdu fingið nevnivert at skaða.

Men bilurin fór rættiliga illa, sigur løgreglan.

 

Sløkkiliðið hevur síðani tikið bilin upp og tað elvdi til eitt ferðslan varð eitt sindur tarnað eitt skiftið.