Orsakað av veksandi vandanum fyri yvirgangi hevur norska stjórnin gjørt av at keypa Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra ein nýggjan og tryggari bil.
Valið fall á ein BMW. Bilurin er klæddur við sterkum stáli og hevur sjálvandi skottryggar rútar. Harafturat er trygdarútgerð av ymsum slagi í honum. Men alt hetta hevur gjørt, at bilurin hjá forsætisráðharranum vigar umleið fýra tons, og tað hevur elvt til trupulleikar, tí ein so tungur persónbilur hevur ikki loyvi at koyra á teimum norsku vegunum.
Kunningarstjórin í forsætismálaráðnum, Øivind Østang, sigur við blaðið VG, at bilurin vigar 40 kilo ov nógv. Av tí at tað er BMW-verksmiðjan, sum hevur gjørt bilin og trygdarútgerðina í honum, er tað eisini BMW, sum skal gera tær neyðugu broytingarnar, so bilurin lýkur norska lógarkravið. Ætlandi fer tað at taka einar fjúrtan dagar at fáa tann nýggja forsætisráðharrabilin góðkendan, skrivar VG.