- Løgreglan bíðar enn eftir, at bilurin skal torna, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Um vikuskfitið varð ein bilur hjá Føroya Bjór stolin úr vesturbýnum í Havn. Mánadagin fann løgreglan bilin á sjónum í Miðvági, út fyri Ytru bryggju. Tað vóru miðvingar, sum høvdu fortalt løgrelguni, at tað kundi sæð út til, at okkurt fleyt í sjónum við bryggjuna.
Løgreglan sigur, at hon veit framvegis ikki, hvør hevur koyrt bilin á sjógv og hví. Enn verður bíðað eftir, at bilurin skal torna, so at kanningar kunnu gerast av honum.










