Eigarin av einum trý ára gomlum bili gjørdist ikki sørt skakkur, tá eldur knappliga kom í bil hansara, ið stóð parkeraður í túninum. Maðurin hevði júst verið ein stuttan túr við bilinum, og setti hann uttan fyri dyrnar til bilhúsið. Men maðurin var ikki meira enn júst innkomin tá hann legði til merkis, at eldur var í bilinum.
Maðurin ringdi til svágin, ið hann visti hevði eldsløkkjara, fyri at fáa hjálp at basa eldinum. Men einki hjálpti, hóast roynt varð við fýra eldsløkkjarum, og eldurin hevði spreingingar við sær, ið gjørdu stóran skaða á húsini. Klædningurin á teirri síðuni av húsinum, ið vendi móti bilinum brendi heilt illa, eins og takið og bilhúshurðin.
Ikki er enn funnið út av, hvør orsøkin til eldin var.