Bilurin, sum varð stolin á Fugloyarvegi í Havn í nátt, er nú afturfunnin. Tað var um nátturðatíð í kvøld, at løgreglan fann bilin aftur. Bilurin hevði ongan skaða fingið og hann stóð parkeraður í Torfinnsgøtu, beint við haðani, hann var stolin.
Les eisini: Bilur stolin í Havn í nátt
Bilurin stóð har hann skuldi, tá ið eigari legði seg í gjárkvøldið, men í morgun varnaðist hann, at hann var horvin og løgreglan hevur leitað eftir bilinum í dag.
Løgreglan sigur, at lyklarnir lógu í bilinum og tað kann eigarin vænta sær eina bót fyri, tí tað er ólógligt at lata lyklarnar liggja í bilinum.
|