Bilur út av í Skopun

Í gjáramorgunin var eitt ferðsluóhapp á Sandoynni

Um níggjutíðina í gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Sandoynni.

 

Ein bilur var farin út av Skopunarvegnum og kvinnan, ið koyrdi bilin, var at enda flutt á Landssjúkrahúsið við tyrlu, tí hon gramdi seg um pínu í rygginum.

 

Løgreglan sigur, at tó at bilurin var væl skøddur, er hann farin av vegnum orsaka av hálku. Tað er tó ikki heilt greitt, um talan var um kava ella vatn, ið hevði lagt seg á vegin.