Bláur Volkswagen Golf frá 1985 til sølu. Bilurin hevur bert koyrt 65 km og einans í fyrsta og bakkgeari. Hann hevur ongantíð koyrt skjótt. Dekkini eru original. Tað sama er galdandi fyri bremsur og bensin. Bert ein eigari.
Vit hava hoyrt eina søgu um, at einaferð vann vitapassarin í Mykineshólmi ein bil við einum lutaseðli. Um tann bilurin kom út í hólman, sigur søgan einki um.