Bilur útav Nesvegnum

Í nátt klokkan 01:15 fekk løgreglan í Suðuroynni boð um, at ein bilur var farin útav Nesvegnum. Løgregla, sjúkrabilur og kommunulækni fingu boð í stundini Boðini komu inn klokkan 01:15 sunnumorgun, og skelkaðu fráboðararnir greiddu frá, at bilur var farin útav Nesvegnum, ið er vegteinurin, innan ein kemur til Vágs. Fráboðararnir mettu tað síggja so álvarsligt út, at teir tordu ikki at fara oman í bøin at vita nærri, men bíðaðu, til løgreglan kom á staðið.Staðfest var tó skjótt, at bilførarin var farin av staðnum og ongin var í bilinum. Bilurin er komin úr Vági og hevur á leiðini av vegnum antin brotið ella tikið við sær 9 pelar til bilverju. Tískil verður mett, at bilurin hevur havt nógva ferð. Bilurin er endaður á tekjuni, og liggur langt niðri í bønum. Var hann farin longur, kundi hann farið í havið. Løgreglan metir, at førarin - hóast alt - hevur verið heppin, tí pelarnir hava tikið nakað av ferðini, og harvið av brestinum, tá bilurin fór útav. Harafturat var flóð, so um hann fór í havið, kundi verið galin endi.Løgreglan visti hvør átti bilin, og fór heim til hús til bilføraran, har mett var neyðugt at taka blóðroynd av manninum, ið annars ikki fekk skaða av óhappinum.Annars var friðarligt í Suðuroynni um vikuskiftið, sigur løgreglan, men tó so; leygarmorgunin klokkan 05:40 var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning á Tvøroyri. Viðkomandi hevði ikki tikið koyrikort.