Bilur útav í Neslíð

Nakað yvir klokkan 15 mánadagin fór ein bilur útav av vegnum í Neslíð, ið er miðskeiðis millum Nes og Vág

Bilurin er komin úr Porkeri mótvegis Vági. Førarin hevur greitt frá, at hann sovnaði, og bilurin er farin oman gjøgnum bøin, ein teinur á eini 50-100 metrar, og er so farin útav og oman í fjørðina. Har bilurin er farin úr bønum og í fjørðuna er nokkso høgt niður, kanska einar 10 metrar. Á veg omaneftir er eldur eisini komin í bilin, men eldurin er køvdur, tá bilurin endaði hálvur í fjørðuni og hálvur úti í sjónum.
Førarin, ið er ungur maður, ið ikki hevur havt koyrikort longi, var einsamallur í bilinum og hann fekk ikki stórvegis skaða.
Heimasíðan hjá Suðurrás visti í gjár at siga, at menn umhugsa, hvørt bilurin skal takast upp við kranabili ella báti við krana, t.d. einum alibáti.