Bilur útav í Hósvík

Hósnáttina fór ein bilur útav í Hósvík. Vakthavandi sigur, at talan var um eitt hálkuóhapp, og førarin var ikki ávirkaður. Óhappið hendi við bátahylin í Hósvík, har bilurin fór niðan av vegnum. Eingin fólkaskaði hendi, og bert minni skrokkskaði á bilin.