Hóskvøldið fór ein persónbilur útav vegnum við undirsjóvartunnilin á Streymoynni. Førarin var einsamallur í bilinum. Bara materiellur skaði stóðst av óhappinum, og førarin slapp snikkaleysur.
Bilurin koyrdi vestureftir og var júst komin út út tunlinum og nærkast undirsjóvartunlinum, tá maðurin í bilinum missir tamarhaldið. Bilurin fer av vegnum og koppar runt.
Óhappið hendi stutt fyri klokkan sjey. Løgreglan sigur, at vegurin verður lagdur um í løtuni, og tí er heldur óslætt á vegnum. Bilurin hevur havt ov nógva ferð, og tí missir førarin tamarhaldið.