Løgreglan hevur um vikuskiftið fingið heilar 18 fráboðanir um ferðsluóhapp, men í ongum føri var talan um fólkaskaða.
Álvarsligasta hendingin fór fram í gjár, tá ein bilur fór út av vegnum norðan fyri Kollfjarðatunnilin. Bilurin bóltaði fleiri ferðir runt, men tey trý eldru fólkini sótu øll í trygdarbelti, og tey megnaðu sjálvi at ganga niðan á vegin aftur.
Annars er herverk gjørt á ein bil hjá Sosialinum, har forrúturin er brotin inn og bugla gjørd í bakhurðina.
Eisini er ein rútur á Hvonn brotin.
Ein onnur hending, sum nærmast má kallast skemtilig var, tá nakrir ungir menn vóru farnir í býin við bili og »privatsjaføri«. Teir parkeraðu bilin, og tá bilførarin seinni skuldi inn í bilin aftur, hevði hann læst lykilin inni. Helt hann. Hann gjørdi tí ikki mætari enn at bróta síðurútin fyri at sleppa inn í bilin. Tað vísti seg so bara, at hann var farin inn í skeivan bil.