Klokkan hálvgum tvey í gjár fekk politiið í Havn fráboðan um, at ein bilur var farin niðan av Kaldbaksvegnum, og var endaður á takinum við fýra fólkum í einum vaksnum og trimum børnum.
Kaldbaksvegurin var stongdur, meðan fólkini blivu fingin úr bilinum og í sjúkrabilar.
Fýra sjúkrabilar vóru sendir á staðið, og øll fólkini blivu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Politiið sigur, at tey fýra, sum vóru í bilinum, fingu ymsar snuddir, men sum skilst, fekk eingin teirra hevur álvarsligt mein.









