Onkur hevur stolið ein bil í Vági. Hann varð síðst sæddur uttanfyri Hotel Bakkan. Stuldurin er fráboðaður til politiið, og nú eftirlýsir politiið bilin á Facebook-síðuni hjá sær.
Talan er um ein koksgráan Renault Clio frá 2019. Bilurin hevur skrásetingarnummar SD815.
Politiið heitir á fólk um at siga sær frá, um onkur veit okkurt um bilin ella sær hann onkrastaðni.
– Um tit síggja bilin, vinaliga boða okkum frá á tlf. 114, sigur politiið í sínari fráboðan.
DAGFØRING kl. 16:30: Bilurin er komin aftur í aftur.











