Bilur stolin í Klaksvík

Fríggjadagin varð ein bilur stolin í Klaksvík. Hann var tó funnin aftur tveir tímar seinni, óskalaður.
Eisini var ein lastbilur farin útav Viðareiðisvegnum, men har stóðst eingin skaði av óhappinum.
Okkurt smávegis ferðsluóhapp hevur verið í Klaksvík um vikuskiftið, sum bara hevði materiellan skaða, og eisini var politiið boðsent til húsaófrið onkustaðni.
Annars verður latið væl at vikuskiftinum í Klaksvík. Friðarligt hevur verið, og politiið hevur ikki havt nógv at gjørt