Bilur stolin í Havn

Í nátt er ein bilur stolin av Hoyvíksvegnum

Í nátt er ein bilur stolin av Hovíksvegnum í Havn.

Tá ið eigarin skuldi í bilin í morgun, varnaðist hann, at bilurin var vekk og hann boðaði sostatt løgregluni frá.

Tað er Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, sum eigur bilin og hann er stolin í tíðini ímillum klokkan 18 í gjárkvøldið og klokkan 8.20 í morgun.

Hann er ikki afturfunnin enn, talan er um ein blágrønan Ford Ka við nummarinum SH 352.