Í nátt var ein bilur stolin í miðbýnum í Havn og løgreglan hevur hvørki sæð ella hoyrt nakað til hann síðani.
Talan er um ein reyðan Honda persónbil við nummarspjaldrinum MF 353, so veit nakar um bilin at siga, frættir løgreglan fegin.
Annars hevur verið rættiliga friðarligt í nátt.
Nógv jólaborðhald eru og nógv fólk var í býnum kring landið.
Men tað hevur verið stak friðarligt. Tó varð ein bilførari í Vágum tikin fyri rúsdrekkakoyring og ein varð tikin í Suðuroy.
Annars ger løgreglan rættiliga nógv burtur úr at vera sjónlig á gøtuni, men burtursæð frá tí vanliga stríðnum, løgreglan hevur av fullum fólki, hevur ikki nógv verið at gera hesa tíðina. |










