Beint eftir klokkan níggju í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá at ein bilur var stoli í Gøtu.
Men tjóvurin hevði tað lætt, tí lyklarnir stóðu í. Talan er um ein svartan Suzuki Swift frá 2007 við nummarpláturin DA 291.
Løgreglan sigur, at eigarin hevur leitað í alla nátt og løgreglan hevur eisini havt eyguni eftir bilinum, men til fánýtis, tí hann er ikki afturfunnin enn.
So er tað onkur, sum hevur varnast hann, eru tey vælkomin at siga frá