Bilur stolin

Leygardagin stjól ein drongur í Kollafirði ein bil frá einum vinmanni. Nakrir vinmenn stóðu og prátaðu, men brádliga fór eini drongurin avstað við bilinum hjá vinmanninum. Bileigarin ringdi alt fyri eitt eftir løgregluni. Men drongurin, ið fór avstað við bilinum, koyrdi eitt fitt strekki, steðgaði síðan og flýddi niðan í hagan. Løgreglan fekk ikki fatur á honum, men hann verður tó skuldsettur fyri stuldur.