– Vit eru ikki komin nærri ein loysn á gátuni. Tað staðfestur løgreglan í morgun, leygarmorgunin.
Á miðdegi mikudagin fingu tey boð um, at ein bilur var farin út av á Leirvíksvegnum. Bjargingarlið vórðu boðsent alt fyri eitt at leita eftir fólki, men eftir at hava leitað í fleiri tímar. bæði á sjógvi og landi, varð staðfest, at einki fólk var í bilinum.
Løgreglan heitti síðani á almenningin, at siga frá, skuldi tað verið onkur, sum var saknaður, men tað gav heldur einki úrslitit, og løgreglan hevur enn ikki frætt um nakran, sum er saknaður.
Talan er um ein bil, sum hoyrir til eitt virki, og sum rættiliga nógv fólk hava atgongd til. Tískil veit eigarin ikki, hvør koyrdi bilin, tá ið hann fór út av.
Men tað seinasta eigarin veit um bilin, var, at hann var har hann skuldi leygardagin. Sostatt er bilurin horvin í tíðarbilinum ímillum seint leygarkvøldið til á miðdegi mikudagin. Men løgreglan sigur, at tað er einki sum bendir á, at bilurin hevur ligið á sjónum í fleiri dagar, tá ið hann varð sæddur á miðdegi mikudagin.
Bilurin hevði automatisk gir og stóð í frígiri, tá ið hann varð bjargaður upp aftur á turt. Tí heitir løgreglan enn einaferð á fólk, sum kunnu vita nakað um hendingina, um at siga frá. Talan er um ein rættiliga eyðkendan bil – ein Mini Clubman – áleið sum tann, ið er á myndini. Eftir skrásetingini er hann bláur á liti.
So er tað onkur, ið hevur sæð ein slíkan bil frá leygarkvøldinum til mikudagin, ella er tað nakar, ið kann vita nakað um hendingina, frætta vit fegin, sigur løgreglan.