Havn: Mánakvøldið fór ein bilur á rull í Mannbrekku í Havn. Hann rakti ein grótgarð og fór runt, og metir løgreglan, at hetta kemst av, at bilurin ikki hevur verið tryggjaður á rættan hátt - allarhelst hevur hondbremsan ikki verið uppi. Hetta hendi um 19.30 tíðina.
Ongin var í bilinum, so ongin mannskaði stóðst av óhappinum.
Ferðsluóhapp
Um sama mundið var eitt annað ferðsluóhapp á Vegnum Langa. Hetta hendi beint fyri klokkan 20 sama kvøld. Bilurin var farin útav á eystaru síðu á vegnum, beint yvirav Per Mohrsvegi.
Maðurin, sum koyrdi varð tikin inn, og blóðroynd var tikin, tí mistanki var um, at maðurin var ávirkaður. Úrslitið av royndini er tó ikki greitt enn.










