Bilur rendi á stein á vegnum

Um 7.45-tíðina í morgun rullaði ein stórur steinur oman á Kaldbaksvegin, og í ringa sýninum rendi ein bilur á steinin. Roknað verður við, at steinurin er loysnaður tá frostið er farið úr aftur jørðini, og hann rullaði so oman á Kaldbaksvegin.

Ein bilførari var so óheppin ikki at varnast steinin fyrr enn ov seint var og rendi tískil á hann. Eingin mannskaði stóðst av, men bilurin fór so mikið illa, at hann mátti sleipast á verkstað.

Løgreglan var á staðnum at syrgja fyri, at ikki fleiri bilar rendu á lutfalsliga stóra steinin.

Sum myndin vísir fór bilurin rættiliga illa.