Bilur rendi á prutl

Ein bilur rendi í morgun á eitt prutl, tá hann koyrdi út á Marknagilsvegin. Prutlførarin varð fluttur á skaðastovuna, men slapp uttan nakað brot. Bilurin koyrdi út á Marknagilsvegin av einari síðugøtu. Hann koyrdi aftan fyri ein annan bil og varnaðist ikki prutlið.

Prutlførarin var eitt sindur í ørviti og varð fluttur á skaðastovuna. Hann var eymur um kroppin, men slapp uttan nakað brot.

Av løgrreglustovuni verður sagt, at eitt annað óhapp var eisini í morgun við Áir, har ein bilur fór út av vegnum. Tað hevur verið hált í morgun, men tað er ikki greitt, um óhappið við Áir stóðst av hálku.

Hálka var ikki orsøkin til óhappið á Marknagilsvegnum, verður sagt av løgreglustovuni.