Mánadagin rendi ein bilur á ein lyktarpela á Stykkinum.
Tveir menn vóru í bilinum. Førarin misti tamarhaldið á bilinum, tá hann koyrdi um eitt sving á Stykkinum og rendi síðuna beint á ein lyktarpela.
Bilurin fekk stóran skaða á vinstru síðu. Tíbetur komu mennirnir óskalaðir frá hendingini, og skaðin er meldaður til tryggingina.










