Vágur: Seint seinnapartin leygardagin rendi ein bilur inn í húsini, har eittnú Granskingardepilin heldur til. Bilurin rendi inn í húsaveggin og bilurin fór rættiliga illa, men álvarsligur fólkaskaði var ikki, frættist. Bilførarin varð tó fluttur á sjúkrahús við sjúkrabili.
Húsini, ið standa við høvuðsvegin í Vági, fingu eisini nakað av skaða.










